- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka part av Skansabryggjuni í nýtslu
20.08.2020 - 11:10
Innlendis›Samfelag
Taka part av Skansabryggjuni í nýtslu
Nýggju skipini hjá Eimskip krevja størri atløgupláss

Arbeiðið við Skansabryggjuni hevur drigið út, men nú er ætlanin at taka ein part av nýggja havnarlagnum í nýtslu
Ein partur av Skansabryggjuni í Havn verður tikin í nýtslu um tríggjar vikur, soleiðis at nýggju, stóru skipini hjá Eimskip kunnu leggja at.
Arbeiðið steðgaði í heyst, tá staðfest var, at fleiri akkersboltar vórðu slitnaður.
Fyrri partur av Skansabryggjuni skuldi vera liðugur 22. oktober, og Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari, væntar, at tíðarætlanin fer at halda.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV