- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantsflog hevur fylgt øllum reglum
18.08.2020 - 13:55
Innlendis›Politikkur
Atlantsflog hevur fylgt øllum reglum
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at tað er galið, tá fakfeløg vilja hava leiðslurætt í feløgum

Jørgen Niclasen er landsstýrismaður í samferðslumálum
- Eftir mínum tykki hevur Atlantsflog fylgt øllum reglum í hesum málinum.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum eisini varðar av Atlantsflogi.
Hann sigur, at leiðslur skulu tryggja raksturin í felagnum, og fakfeløg skulu tryggja viðurskiftini hjá starvsfólkum.
- Tað er galið, tá fakfeløg vilja hava leiðslurætt í feløgum, sigur Jørgen Niclasen.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV