Dagstovnar lata upp aftur mánadagin

bannari
13.08.2020 - 18:00
InnlendisSamfelag
Dagstovnar lata upp aftur mánadagin
Í summum kommunum skulu foreldrini boða frá frammanundan, um børnini koma á stovn
Dagstovnar, sum hava verið stongdir seinastu dagarnar, lata upp aftur mánadagin

Dagstovnar kring landið lata upp aftur mánadagin.

- Støðan var hættislig í síðstu viku, men nú meta vit, í samstarvi við koronuráðgevingina, at tað er ráðiligt at lata uppaftur, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Aðrir dagstovnar í landinum lata eisini upp aftur mánadagin, men í summum kommunum skal boðast frá frammaundan, um børnini koma á stovn, eitt nú í Klaksvíkar-, Sjóvar-, Sunda- og Vága kommunu.

Dagstovnarnir í Fuglafirði, Eysturkommunu og í Vestmanna lata eisini upp mánadagin.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946