Fornlutir skriva føroyingasøgu umaftur

23.06.2020 - 16:46
InnlendisSamfelag
Fornlutir skriva føroyingasøgu umaftur
Á Breddanum spyrja vit savnsvørð og søgufrøðing, hvat skal til fyri at søgan má skrivast av nýggjum
Útgrevstur á Velbastað.

Vit kenna flest øll søguna um Sigmund Brestirson, sum fyri 1000 árum síðani við svøri í hond kristaði Føroyar.

Í fornfrøðiliga útgrevstrinum hjá Tjóðsavninum niðri á Bakka á Velbastað, eisini nevndur Kirkjugarðsbakki, er ein fornur rundleittur kirkjugarður, har fornfrøðingarnir hava funnið kristnar gravir.

Í miðjum kirkjugarði er ein lítil kirkju- ella bønhústoft grivin fram. Undir hesi kirkjutoft eru grundarsteinar av eini eldri kirkju, og í moldini undir grundarsteinunum eru brend byggkorn funnin. Í mai 2020 vórðu hesi byggkorn tíðarfest til millum ár 765 og 905.

Merkir tað, at søgan skal skrivast umaftur? Tað spyrja vit Helga Michelsen, savnsvørð á fornfrøðideildini á Tjóðsavninum og Hans Andrias Sølvará, professara í søgu.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008