- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar lata eisini upp fyri Evropa
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vlcsnap-2020-06-16-11h18m17s900.png?itok=bHChaHYf)
27. juni fer Danmark at lata upp fyri mest sum øllum londum í Evropa.
Einastu undantøkini, sum støðan er júst nú, eru Svøríki og Portugal.
Latið verður upp fyri teimum londum, har smittutrýstið er lítið, boðaði uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, frá fyrrapartin.
Yvirskipaða treytin í upplatingini er, at latið verður upp fyri teimum londum, sum hava færri enn 20 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.
Portugal er á markinum - sum støðan er í Portugal nú eru 20,2 fólk smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar
Í Svøríki eru munandi fleiri. Har eru 75,7 fólk smittaði fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.
Nú Danmark letur meira upp fyri londum í Evropa, fara Føroyar at gera tað sama.
Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini