Vita enn ov lítið um teltið á Glasi

30.05.2020 - 16:51
InnlendisPolitikkur
Vita enn ov lítið um teltið á Glasi
Vit kunnu ikki byggja uppí Glasir longu nú, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum ynskir at kanna umbønina nærri

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, er ikki serliga sinnaður at fara at útbyggja Glasir, so pláss fæst fyri timburdeildini.

 

Landsstýrismaðurin hevur fingið eina umbøn frá undirvísingarstýrinum um at byggja eina høll uttanfyri Glasir.

Jenis av Rana vil kanna tørvin á høllini áðrenn hann tekur umbønina við í einari umbøn um eykajáttan. 

 

Timburdeildin er í løtuni flutt í eitt tjald uttanfyri Glasir, tí pláss er ikki fyri teimum inni í nýggja skúladeplinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050