- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava eftirlit við festum
27.05.2020 - 13:43
Innlendis›Politikkur
Vil hava eftirlit við festum
Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur sett Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, fyrispurning um málið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/login_um_sjofeingi_2019_hedin_mortensen.jpg?itok=1NNypHjH)
Heðin Mortensen spyr landsstýrismannin í vinnumálum um eftirlit við festum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Eftirlit eigur og skal vera við festum, serliga tá tey skifta eigara.
Tað heldur Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Hann hevur sett Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, ein fyrispurning í málinum.
Heðin Mortensen vil millum annað hava at vita, um landsstýrismaðurin heldur tað vera nøktandi, at Búnaðarstovan sigur, at lóg, reglur og játtan ikki eru til taks at hava nøktandi eftirlit við festum og seyðahaldi.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV