- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ansingargjald: Vága Kommuna vil hava felagsloysn

Kommunurnar burdu bíða við avgerðini um at endurrinda ansingargjald til foreldur, inntil vit vita meira um, hvussu koronakreppan rakar kommunurnar.
Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága Kommunu, sum vil hava ein felagsloysn fyri allar kommunurnar.
Fleiri kommunu hava hvør í sær avgjørt at endurrinda ansingargjaldið til foreldur, nú stovnarnir liggja lamnir av koronasmittuni. Borgarstjórin í Vága Kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, heldur at kommunurnar burdu bíða eitt sindur við hesari avgerðini.
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, vildi somuleiðis hava felagssloysn fyri allar kommunurnar.
- Eg havi sjálv ynskt at kommunufelagið og landssmyndugleikarnir tóku málið upp. Tað hevur ikki eydnast, segði Annika Olsen í tíðindunum í gjár.
Sí eisini