- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona seinkar samráðingum um fiskivinnuavtalu
29.03.2020 - 14:30
Innlendis›Politikkur
Korona seinkar samráðingum um fiskivinnuavtalu
Ætlanin var, at Føroyar og Bretland skuldu vera samd um eina fiskivinnuavtalu í summar. Men koronasmittan seinkar samráðingunum

Tað var síðst í januar, at Bretland og Føroyar samdust um at arbeiða fram ímóti, at ein fiskivinnuavtala landanna millum skuldi vera klár longu í summar, nú Brexit er vorðið veruleiki.
Avtalað varð gjørd um fastar samráðingarfundir einaferð um mánaðin soleiðis, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kundi leggja bulin av eini avtalu fyri tingið á ólavsøku. Men nú gongur striltið við samráðingunum. Orsøkin er koronasmittan.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV