- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sverri Sandberg Nielsen má bíða eitt ár
25.03.2020 - 15:52
Ítróttur›Kappróður
Sverri Sandberg Nielsen má bíða eitt ár
Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, sleppur ikki til OL í Tokyo í summar. Leikirnir eru útsettir til næsta ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/sverri_vinnarin_i_world_cip.png?itok=N9JFPVXg)
Mynd: Savnsmynd
Sverri Sandberg Nielsen sleppur ikki til OL fyrr enn næsta ár.
Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, hevði glett seg til at síggja, hvussu langt tað harða arbeiðið fram til OL í summar fór at røkka.
Men tað má bíða eitt ár, tí Olympisku leikirnir í Tokyo eru útsettir til næsta ár.
- Vit høvdu glett okkum til at síggja, hvussu langt harða arbeiðið røkkur, men tað verður so av ongum í ár, sigur rógvarin, sum hevur verið merktur av óvissuni um Olympisku Leikirnar seinastu tíðina.
Avgerðin um at útseta OL í Tokyo varð tikin í gjár.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV