- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesandi í barnsburðarfarloyvi fáa 2.000 kr. minni

Lesandi, sum fara í barnsburðarfarloyvi undir lesnaði, skulu fáa umleið 2.000 krónur minni um mánaðin, enn tey fáa í dag.
Í uppskotinum um almannatrygd og tænastur verður upplýst, at lesandi í barnsburðarfarloyvi í dag fáa umleið 2.000 krónur meira útgoldið eftir skatt, samanborið við kvinnur, sum fáa forsorgarhjálp í barnsburði.
Tá kvinnur fáa forsorgarhjálp undir barnsburðarfarloyvi, verða aðrar inntøkur mótroknaðar.
Men av tí at lestrarstuðilin er skattafríur, fær at tann lesandi størri útgjald undir barnsburðarfarloyvi.
Hesir bólkar skulu javnsetast, sambært uppskotinum til lóg um almannatrygd og tænastur.
Meginfelag føroyskra studenta finst hvassliga at ætlaðu broytingini.
Sissal Hofgaard Hestoy er forkvinna í MFS.
Sí eisini