Kjak um Bústaðir og bústaðarpolitikk

11.03.2020 - 18:44
Innlendis
Kjak um Bústaðir og bústaðarpolitikk
Við støði í frágreiðingini um bústaðarpolitisk átøk bjóða vit Christiani Andreasen og Akseli V. Johannesen til kjak um bústaðarpolitikk
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Umstrídda frágreiðingin um bústaðarpolitisk átøk, sum varð handað landsstýriskvinnuni í bústaðarmálum fríggjadagin - spælir bóltin yvir aftur til politisku skipanina.

Sambært frágreiðingini eru nógvir grundleggjandi bústaðarpolitiskir spurningar, har tað mangla semjur tvørturum samgongur og andstøður.

-Tað manglar sostatt ein yvirskipað politisk støðutakan á økinum, verður sagt í frágreiðingini. 

Sambært frágreiðingini er tørvur á at at fáa yvirskipaða politiska greiðu á spurningum sum til dømis
-hvønn leiklut skal tað almenna gjøgnum Bústaðir hava?
-hvønn leiklut skal tað privata hava?
-hvussu stórt skal tað almenna bústaðarfelagið vera?
-hvør skal kommunali leikluturin vera?

Christian Andreasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, kjakast um Bústaðir & bústaðarpolitikk.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008