- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava sent fyrispurning til danir um hjálp
Stórur vøkstur er í smittuspjaðingini í Danmark í løtuni, men hvussu ávirkar tað Føroyar?
Tað spyrja vit landslæknan, Lars Møller, læknafrøðiliga ráðgevan, Bjarna á Steig og Helga Abhrahamsen, landsstýrsimann um í Breddanum í dag.
Covid-19 er í dag staðfest at vera ein "pandemi" - ein heimsumfatandi farsótt.
Enn eru bara tvey fólk í Føroyum smittaði við Corona virusinum og 33 eru í karantenu.
Í Danmark er talið av smittaðum farið úr 15 upp í 442 upp á eina viku.
Sambært frágreiðing, sum donsku myndugleikarnir lótu úr hondum í gjár, er vandi fyri, at Danmark endar í eini líknandi støðu, sum ta vit síggja í Italiu í dag, har orka ikki er til at taka sær av øllum, sum hava tørv á sjúkrahjálp.
Men hvat kunnu vit vænta í Føroyum?
Hvussu við ferðing til og frá Danmark, um vit síggja ein ógvusligan vøkstur í smittuni har, og hvat hava vit orku til í mun til viðgerð og sóttarhald í Føroyum.
Tað kann gerast neyðugt at útseta ikki akuttar operatiónir og at fáa hjálp úr Danmark, til at handfara coronasmittaði í Føroyum, sigur Lars Møller landslækni, sum hevur yvirskipaðu ábyrginda av heilsuverkinum í Føroyum.
Í Føroyum fylgja vit ferðatilmælinum hjá danska uttanríkisráðnum, men hvat nú um Danmark verður eitt sokalla reytt øki samanborið við Føroyar?
Hoyr samrøður við Lars Møller, landslækna, Helga Abrahamsen, landsstýrismann í Umhvørvismálum og Bjarna á Steig, læknafrøðiligan ráðgeva hjá Heilsumálaráðnum.
Sí eisini