- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neyðugt við átøkum í Mykinesi
Ov nógv ferðafólk vitja í Mykinesi og tí er neyðugt at gera okkurt við støðuna.
Tað eru flest allir partar í føroysku ferðavinnuni samd í, men júst hvat skal gerast eru fólk vanliga øgiliga ymisk á máli um.
Men kanska fyri fyrstu ferð nakrantíð, hava fleiri føroyskir stovnar og ein kommuna funnið saman og gjørt eitt uppskot til hvussu eitt øki í landinum skal skipast í samband við ferðavinnuna.
Tað eru Visit Faroe Islands, Umhvørvisstovan, Sørvágs kommuna, Tjóðsavnið, Havstovan og Visit Vágar, ið saman hava latið úr hondum tilmælið Náttúruvernd, Fuglavernd og Ferðavinna í Mykinesi.
Men hóast hetta snýr seg um viðurskiftini í Mykinesi, hevur eingin íbúgvi ella jarðareigari verið við í arbeiðinum.
Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands, ásannar kortini, at um tað skal eydnast at gera nakað við støðuni, so mugu allir partar vera við.
Luttakarar: Janus Hansen og Jóhan Pauli Helgason
Sí eisini