- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eru fyrireikað til coronavirus umborð á Norrönu
19.02.2020 - 14:04
Innlendis›Samfelag
Eru fyrireikað til coronavirus umborð á Norrönu
Løgreglan á eysturlandinum í Ìslandi hevur greiða mannagongd, hvussu berast skal at
Er illgruni um, at onkur umborð á Norrönu er smittaður við coronavirusinum, COVID-19, so hava íslendsku myndugleikarnir á eysturlandinum, har Norröna leggur at, tilbúgving klára
Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV, á heimasíðu síni. Norröna kemur hvørja viku á Seyðisfjørð, og í gjár voru umleið 70 fólk við skipinum.
Løgregluovastin á Eysturlandinum, Hjalti Axelsson, sigur við RÚV, at har hava tey greiða mannagongd fyri, hvussu farast skal fram á landi, um COVID-19 verður staðfest umborð.
Eisini Norröna hevur greiða mannagongd fyri, hvussu berast skal at í slíkum førum, sigur Bogi Petersen, skipari.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV