Fígging av valstríði

12.02.2020 - 18:08
InnlendisPolitikkur
Fígging av valstríði
Uppskot er lagt fram um at innlit skal fáast í hvør fíggjar valstríð hjá politiskum flokkum og valevnum

Skulu valevni og politiskir flokkar upplýsa hvør stuðlar teimum fíggjarliga?

Spurningurin er reistur av Kristinu Háfoss, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, sum skal tryggja at almenningurin kann fáa innlit í hvussu politiskir flokkar og valevni fíggja valstríð og virksemi. Uppskotið inniber eisini, at síggjast kann hvør letur fíggjarligan stuðul.


Men fáa politiskir flokkar og valevni í heila tikið meira stuðul enn tað flokkarnir játta sær sjálvum á fíggjarlógini til politiska upplýsing?

Limir í løgtingsins rættarnevnd eru í útvarpstovuni og kjakast um málið.

Í útvarpstovuni eru Jóannes Eidesgaard, Christian F. Andreasen, Ingilín Strøm, Erhard Joensen og Sirið Stenberg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114