- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinir stillar ikki uppaftur til kommunuvalið
07.02.2020 - 13:08
Innlendis›Politikkur
Beinir stillar ikki uppaftur til kommunuvalið
Torført at røkja bæði løgtings- og býráðssessin í senn, sigur Beinir Johannesen, sum var atkvøðuslúkur hjá fólkaflokkinum á løgtingsvalinum
Beinir Johannesen stillar ikki uppaftur til býráðsvalið í Klaksvík í heyst.
Hann sigur, at tað er torført at røkja bæði løgtings- og býráðsessin í senn, og tvístøður kunnu eisini taka seg upp.
Beinir Johannesen varð valdur í býráðið í Klaksvík fyri fýra árum síðani.
Á løgtingsvalinum í fjør gjørdist hann atkvøðuslúkur hjá Fólkaflokkinum.
Beinir Johannesen fekk 995 persónligar atkvøður.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV