Varðhaldið í Mjørkadali er ikki nøktandi

06.02.2020 - 17:54
Innlendis
Varðhaldið í Mjørkadali er ikki nøktandi
Varðhaldsfangar og fangar sum avsona fongsulsrevsing, sita lið um lið

Umstøðurnar í Mjørkadali til varðhaldsfangar og fangar sum avsona fongulsrevsing eru ikki góðar.


Ung sita saman við eldri og útgangsstøðið fyri virkseminum í Mjørkadali er varðhald og ikki avsoning. Hetta ávirkar umstøðurnar, sum kunnu bjóðast til tey, sum avsona fongulsrevsing.


Avbyrgda staðsetingin í Mjørkadali er harumframt ein avbjóðing, fyri bæði starvsfólk og tey sum sita inni.


Løgmaður sigur tó, at gongd er sett á málið við danskar myndugleikar, men hann dugir ikki at siga nær nakað úrslit fer at fyrliggja.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824