- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsutrygd: Vit noyðast at halda lógina
05.02.2020 - 11:38
Innlendis›Samfelag
Heilsutrygd: Vit noyðast at halda lógina
Rætturin skal taka støðu til eitt gamalt mál um heilsutrygdargjald

Egil á Bø er stjóri í Heilsutrygd
- Vit noyðast at halda lógina.
Tað sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, sum hevur avgjørt at royna eitt gamalt trætumál um heilsutrygdargjald í rættinum..
Lógin sigur, at tað skal gjaldast í Føroyum.
Men ein norðurlendskur sáttmáli sigur, at gjaldið ikki skal gjaldast í Føroyum.
Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum hevur avgjørt, at føroyingar, sum arbeiða í einum øðrum Norðurlandi, skulu ikki gjalda heilsutrygdargjald sambært sáttmálanum um sosiala trygd.
Men lógin áleggur Heilsutrygd at krevja pengar frá øllum, sum eru fylt 18 ár, og sum lógin umfatar. Og hon umfatar øll, sum búgva í Føroyum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV