- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broyta siglingina um Skopunarfjørð og út í Hest
05.02.2020 - 14:48
Innlendis›Samfelag
Broyta siglingina um Skopunarfjørð og út í Hest
Farmaferjan, sum Strandferðslan hevur keypt úr Noregi, kemur til landið í næstu viku
Strandferðslan fer nú at broyta ferðasambandið um Skopunarfjørð og út í Hest.
Játtanin røkkur ikki til at hava Spógvan siglandi út í Hest longur.
Farmaferjan, sum Strandferðslan hevur keypt úr Noregi, kemur til landið í næstu viku, og hon fer serliga at taka sær av vaksandi farmaflutninginum um Skopunarfjørð.
Strandferðslan hevur boðað til borgarafund í Skopun hósdagin 13. februar um broytingarnar í ferðasambandinum um Skopunarfjørð og út í Hest.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV