- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bensinstøðir fáa ikki atgongd til akfarsskránna
27.01.2020 - 16:10
Innlendis›Samfelag
Bensinstøðir fáa ikki atgongd til akfarsskránna
Nýggja uppskotið fevnir bara um undirsjóvartunlarnar, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Handilsvinnufelagið sigur, at bensinstøðir hava eisini tørv á atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni, tí hvønn dag gloyma bilførar at rinda rokningina, tá teir hava latið brennievni á.
Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at endamálið við lógaruppskotinum er bara at geva teimum trimum tunnilsfeløgunum loyvi at hava vakmyndatól í undirsjóvartunlunum og loyvi at fáa elektroniskar upplýsingar úr akfarsskránni hjá Akstovuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV