- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skrásettir fyri fráveru, hóast teir ikki fáa møtt
08.01.2020 - 14:13
Innlendis›Samfelag
Skrásettir fyri fráveru, hóast teir ikki fáa møtt
Næmingar á Glasi eru misnøgdir, men rektarin sigur, at tað fær ongar avleiðingar

Hóast fleiri skúlar hava avlýst skúlagongdina í dag fyri veður, er vanlig skúlagongd á Glasi.
Men næmingar, sum búgva aðrastaðni enn í Havn, kunnu ikki møta, tí almenna ferðslan liggur lamin.
Kortini verða hesir næmingar skrásettir fyri fráveru.
Rektarin á Glasi sigur, at næmingar verða skrivaðir upp fyri fráveru, men tað fær kortini ongar avleiðingar
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV