- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ventilar eru opnir fyri útlendingum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/makrelur_0.jpg?itok=-lA_i43A)
TAKS er myndugleikin, sum skal tryggja, at tann rætti skatturin verður goldin í Føroyum og, at sokallað transfer pricing ikki kemur fyri. Transfer pricing er til dømis, at felagið í føroyum selur vørur til útlendskan minniluta fyri undirprís, soleiðis, at hesin á hendan hátt fær sogið pening úr felagnum og harvið føroysku fiskivinnuni.
VØRN er myndugleikin, ið skal tryggja, at ræðisrætturin í einum felag í føroysku fiskivinnuni veruliga er á føroyskum hondum. Also, at ein útlendskur minnilutaeigari ikki í veruleikanum hevur størri vald enn ein minnilutaeigari eigur at hava.
Tó siga báðir myndugleikar, at teir ikki hava røttu amboðini og neyðugu arbeiðsorkuna at tryggja, at tað ikki ber til hjá útlendskum minnilutaeigarum í føroysku fiskivinnuni at drena pening úr okkara tilfeingisvinnu.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eru í útvarpsstovuni og kjakast um, hvørt teir kenna seg tryggar við eftirlitið og hvussu forðast kann fyri, at útlendsk feløg gera sær dælt av tilfeingisbúskapinum í Føroyum.
Sí eisini