- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir biskupar í kongaríkinum koma til Føroya
18.10.2019 - 18:32
Lívsstílur›Átrúnaður
Allir biskupar í kongaríkinum koma til Føroya
Biskuparnir í kongaríkinum savnast nakrar ferðir um árið fyri at styrkja fakliga førleikan og menna fólksliga og sosiala medvitið

Mynd: folkakirkjan.fo
Í sambandi við vitjanina í Føroyum prædika fimm av biskupunum í klokkan 11 sunnudagin. Biskuparnir prædika í Dómkirkjuni í Havn, í Hoyvík, Sandavági og í Fuglafirði.
Sóknarpresturin verður eisini við í gudstænastuni. Í Vesturkirkjuni verður prædikan á grønlendskum, og har verður sóknarpresturin eisini við í gudstænastuni.
Biskuparnir fara avstað aftur hósdagin í næstu viku.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV