- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingi kemisk evnir nýtt at basa laksalús
24.08.2019 - 12:45
Innlendis›Vinna
Eingi kemisk evnir nýtt at basa laksalús
Í tvey ár hevur Bakkafrost ikki nýtt kemisk evnir til at basa laksalúsini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/dok01219_undir_laksin_08112018._0095.jpg?itok=2U7-Fq93)
Í tvey ár hevur Bakkafrost ikki nýtt kemisk evnir til at basa laksalúsini, og tað gongur støðugt framá við viðgerðini, sum felagið hevur arbeitt við í nøkur ár.
Tað stóð í fráboðan frá fyritøkuni fyri annan ársfjórðing í ár, sum varð almannakunngjørd í vikuni.
Í fráboðanini sigur felagið seg fegnast um, at einki av alibrúkunum hevði lúsatøl omanfyri markið í ársfjórðinginum. Og tað fegnast Regin Jakobsen stjóri eisini um.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV