Minni enn triðja hvørt valevni ein kvinna

bannari
14.08.2019 - 08:30
InnlendisPolitikkur
Minni enn triðja hvørt valevni ein kvinna
Flokkarnir hava ov lítlan áhuga í, at fáa kvinnur uppstillaðar, heldur forkvinnan í Demokratia

Higartil eru færri kvinnur uppstillaðar til komandi løgtingsval enn til løgtingsvalið í 2015, men lutfalsliga eru fleiri kvinnur á vallistunum til hetta løgtingsvalið enn fyri fýra árum síðani.

Í 2015 vóru 48 kvinnur uppstillaðar útav 169 valevnum, hetta svarar til 28,4 prosent. Higartil eru 45 av 155 valevnunum kvinnur til løgtingsvalið 31. august, hetta svarar til 29 prosent.

 Orsøkin er, at flokkarnir hava ov lítlan áhuga í, at fáa kvinnur at stilla upp, heldur Marna K. Jacobsen, forkvinna í Demokratia, ið skal arbeiða fyri, at økja um leiklutin hjá kvinnum í politikki.

Hoyr meira í innslagnum her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823