- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíligari fjarhiti tá Sundsverkið kemur aftur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/img_0157_0.jpg?itok=WUdIX2Z8)
Bogi Andreasen,sigur, at fjarhitin kostar so nógv nú, tí Fjarhitafelagið fær ongan hita frá Sundsverkinum og brúkar tí nógva olju.
Men fjarhitin varð eisini sagdur at kosta ov nógv, tá Fjarhitafelagið fekk hita frá Sundsverkinum.
Hann sigur, at ein atfinning móti felagnum er vantandi kunning.
Hana tekur Bogi Andreasen til sín. Fjarhitafelagið fer at kunna meira um virksemi sítt.
Stórur munur
Fjarhitin kostar ógviliga ymiskt, vísir eitt yvirlit hjá Fjarhitafelagnum.
Í yvirlitinum eru 17 býlingar í Hoyvík og í Havn. Talan er um sethús, raðhús og íbúðir.
Dýrastur er fjarhitin hjá sethúsunum inni á Gøtu. Har var miðalprísurin í fjør 1.900 kr. um mánaðin.
Bíligastur er fjarhitin hjá íbúðunum í Maritugøtu og á Blómubrekku. Har kostaði hann 466 kr. í miðal um mánaðin.
Stóra spennið í prísinum kemst av, at til dømis sethúsini inni á Gøtu brúktu í miðal 27.147 kilowatttímar í fjør.
Íbúðirnar í Maritugøtu og á Blómubrekku brúktu ein fjórðing av tí í miðal, 6.500 kilowatttímar.
Fjarhitafelagið hevur okkurt um 1300 brúkarar.
Í fjør hevði Fjarhitafelagið 1,3 mió. kr. í vinningi.
Sí eisini