- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løkke leggur seg út í føroyska valstríðið
Tað er ósømiligt, at sitandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sum eisini er formaður í danska Vinstra fllokkinum, kemur til Føroya mitt í valstríðnum til fólkatingið, fyri at ávirkað valið í Føroyum.
Tað heldur Eirikur Lindenskov, politiskur viðmerkjari og blaðstjóri á Sosialinum, sum heldur, at endamálið við vitjanini er at flyta atkvøður frá Tjóðveldi til Fólkaflokkin og frá Javnaðarflokkinum til Sambandsflokkin.
– Hetta er at leggja seg beinleiðis upp í føroyska valstríðið, og tað hava vit ikki hava sæð áður frá einum sitandi donskum forsætisráðharra, sigur Eirikur Lindenskov, sum heldur, at talan er um eina desperata roynd at vinna bláa blokkinum í Danmark tvey umboð í Føroyum.