- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv hava framvegis ikki kommunulækna
27.02.2019 - 15:46
Innlendis›Heilsa
Nógv hava framvegis ikki kommunulækna
Í Havn bíða 1.200 fólk framvegis eftir at fáa kommunulækna. Støðan við kommunulæknum er kortini batnað seinastu árini, sigur Heilsutrygd
Millum 1.100 og 1.200 fólk í Tórshavnar kommunu hava ikki egnan kommunulækna í løtuni, og tað hava fólkini ikki havt í minsta lagi eitt ár. Tey eru í eini læknaeind fyri seg, men hvørki lækni ella høli eru til tey.
- Vit bíða eftir hølum til læknaviðtaluna, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.
Heilsutrygd sigur, at støðan við kommunulæknum í Føroyum er batnað seinastu árini. Í løtuni eru 34 viðtalur í Føroyum, og 24 læknar eru í føstum starvi. Til samanberingar vóru 17 kommunulæknar í føstum starvi í mars 2017.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV