- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meirtilutin fær loksins sín vilja
Tað er eftir umbøn frá Kristinu Roest, at málið um dupultmandatið hjá Kristini Michelsen er sett á skrá á komandi býrásfundi á Tvøroyri. Tað sigur Anita Vibergsdóttir, varðaborgarstjóri á Tvøroyri.
Biðið um nýggja viðgerð
Tvøroyrar býráð hevur givið borgarstjóranum loyvi at røkja bæði løgtings- og borgarstjórasessin samstundis, men eftir at nýggjur meirluti er komin í býráðum, hava tey í longri tíð biðið um at fáa málið til nýggja viðgerð, men uttan úrslit. Kristin MIchelsen fór í feriu frá borgarstjórasessinum 5. desember , og Anita Vibergsdóttir røkir tískil borgarstjórasessin í løtuni. Men Anita Vibergsdóttir sigur, at hetta ikki er orsøkin til, at málið nú loksins kemur á skránna, men at ein kæra frá Kristini Michelsen um Heilsu og Innlendsmálaráðið, sum hevur tikið langa tíð, er orsøkin til, at málið hevur drigið út.
Kristina Roest, býráðslimurin, sum bað um at fáa málið á skrá til komandi býráðsfund, hevur onga viðmerking til málið. Tað er ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Kristini Michelsen, borgarstjóra.
Sí eisini