- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verklagslógirnar verða lagdar fyri tingið í januar
Tá Heðin Mortensen tók við sum landsstýrismaður í samferðslumálum fyri trimum vikum síðani, segði hann, at hann fór at arbeiða við at gera eina verklagslóg fyri innkomuvegirnar úr Eysturoyartunnlinum til Havnar og gjøgnum Runavík.
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísir á, at lítil fígging er sett av á fíggjarlógini 2019 til innkomuvegirnar. Men fíggingin skal fáast til vega næsta ár og komandi árini, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at tvær verklagslógir - ein fyri innkomuvegin til Havnar og ein fyri innkomuvegin gjøgnum Runavík - eru lidnar, og verða lagdar fyri tingið í januar.
Spurdur um, hvørt hann hevur tryggjað sær, at fígging verður játtað, svarar Heðin Mortensen, at hann gongur út frá, at samgongan og Løgtingið eru til reiðar at játta pening næsta ár og komandi árini.
Sí eisini