Verklagslógirnar verða lagdar fyri tingið í januar

16.12.2018 - 16:15
InnlendisPolitikkur
Verklagslógirnar verða lagdar fyri tingið í januar
Verklagslógir um innkomuvegirnar úr Eysturoyartunlinum til Havnar og gjøgnum Runavík eru lidnar og koma í Løgtingið í januar, sigur Heðin Mortensen

Tá Heðin Mortensen tók við sum landsstýrismaður í samferðslumálum fyri trimum vikum síðani, segði hann, at hann fór at arbeiða við at gera eina verklagslóg fyri innkomuvegirnar úr Eysturoyartunnlinum til Havnar og gjøgnum Runavík.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísir á, at lítil fígging er sett av á fíggjarlógini 2019 til innkomuvegirnar. Men fíggingin skal fáast til vega næsta ár og komandi árini, sigur Heðin Mortensen.

Hann vísir á, at tvær verklagslógir - ein fyri innkomuvegin til Havnar og ein fyri innkomuvegin gjøgnum Runavík - eru lidnar, og verða lagdar fyri tingið í januar.

Spurdur um, hvørt hann hevur tryggjað sær, at fígging verður játtað, svarar Heðin Mortensen, at hann gongur út frá, at samgongan og Løgtingið eru til reiðar at játta pening næsta ár og komandi árini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109