Innkomuvegirnir ikki raðfestir høgt

16.12.2018 - 15:23
Innlendis
Innkomuvegirnir ikki raðfestir høgt
Lítið er sett av til innkomuvegirnar á fíggjarlógini fyri 2019, men Annika Olsen vónar at ein verklagslóg fer at koma

Fýra milliónir eru settar av til innkomuvegin í Runavík og ein millión er sett av til innkomuvegin í Havn á fíggjarlógarini næsta ár. Tað er greitt nú fíggjarnevndin hevur skrivað álit um fíggjarlógaruppskotið fyri 2019.

Í uppskotinum stendur: "Raðfestar verða 4 mió krónur til undirstøðukervið til og frá tunnilsmunnanum í Rókini og ígjøgnum bygdirnar eystarumegin við Skálafjørðin. Skitsuprosjekt er gjørt frá landsvegnum omanfyri Bakkafrost á Glyvrum út til tunnilsmunnan". 

Innkomuvegurin til Havnar kostar áleið 250 milliónir krónur, tá tunnilin úr Villingardali í Krákugjógv eisini er við. Tosað hevur verið um, at vegurin, sum skal gerast í Runavík í samband við tunnilin, fer at kosta yvir 100 milliónir.

Landið hevur játtað um seks milliónir krónur til innkomuvegin higartil í ár, men Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevði vónað og væntað, at samgongan hevði raðfest innkomuvegirnar hægri í fíggjarlógini fyri 2019.

Hon vísir tó á, at Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur arbeitt við at leggja eina verklagslóg fyri tingið, og Annika Olsen vónar, at tað verður skjótt.

Raðfest fleiri vegir og tunnlar

Í fíggjarlógini sæst tó, at fleiri vegir og tunlar eru raðfestir. Raðfestar verða tvær milliónir krónur til breiðkan av Selatraðarvegnum, tí tørvur í nógv ár verið á at fáa vegin breiðkaðan og dagførdan.

2,9 milliónir krónur eru settar av til projektering av tunli til Vestmannar. Sambært landsstýrismanninum skal hetta arbeiðið verða liðugt medio juni 2019.

600.000 krónur verða settar av til liðugtgerð av omankoyringini til Kvívíkar frá landsvegnum.

Játtanin til Hvalibiartunnilin hækkar við 19 milliónum

Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur, at besta og bíligsta loysnin er at bora tunnilin upp á stytst møguliga tíð. Tessvegna verður upphæddin til Hvalbiartunnilin hækkað í 2019 til 49 milliónir, og tillagingar í íløgukarminum verða gjørdar, so at til ber at flyta fram játtan til Hvalbiartunnlinum, so at hon verður umleið 115 mió í 2020.

Á henda hátt fer tað at bera til at fara undir at bora tunlarnar norður um Fjall í 2021, stendur í fíggjarlógaruppskotinum. Kristin Michelsen, sum er í Fíggjarnevndini, segði við útvarpið, at hann uppá ongan máta kundi taka undir við einari fíggjarlóg, har Hvalbiartunnilin ikki varð raðfestur.

Eisini er játtanin til tunnilstoymið hækkað við tveimum milliónum næsta ár. Fyrsti tunnilin verður boraður til Dals, og síðani verður farið víðari til Fámjins.

Eisini eru tvær milliónir settar av til at fyrireika tunnil úr Gøtudali til Skálabotn, fyri at leiða ferðsluna úr økinum norðan fyri Gøtueiði um Skálabotn og eftir vestara armi á Skálafjørðinum til Eysturoyartunnilin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981