200 nýggjar íbúðir í gerð

bannari
07.12.2018 - 10:00
InnlendisSamfelag
200 nýggjar íbúðir í gerð
Fyri løtu síðani varð bústaðarpakkin hjá landsstýrinum lagdur fram. 200 bústaðir eru í gerð, 200 eru ávegis og 200 íbúðir verða framskundaðar.

200 nýggjar íbúðir beinanvegin, bráðfeingislisti, heimild til Bústaðir at læna meira pengar og størri skattafrítøku til privatar útleigarar. Tað er loysnin hjá landsstýrinum upp á átrokandi bústaðartrotið.

Fyri lítlum tíma síðani legði landsstýrið fram nógv umrødda bústaðarpakkan, ið er teirra roynd at loysa ovurstóra bústaðartrotið í landinum.

Bústaðir fer at standa fyri byggingini av teimum 200 almennu íbúðunum, sum koma afturat teimum 400 bústøðunum, sum Bústaðir longu er í holt við at byggja. 

Fleiri íbúðir byggjast og bráðtørvslistar

Í løtuni hevur Bústaðir 262 leigubústaðir. Sambært nýggja bústaðarpakkanum verða 200 íbúðir bygdar afturat alt fyri eitt.

200 bústaðir eru sostatt í gerð, 200 eru ávegis og 200 íbúðir verða framskundaðar. Ætlanin er, at hetta skal tryggja borgarum bústaðir fyri sámiligan kostnað.

Harumframt setir Bústaðir ferð á fleiri búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi. 

Eisini verður ein bráðtørvslisti skipaður, sum skal hjálpa teimum, ið hava bráðfeingistørv á bústaði. 

Lagaligari at leiga út

Umframt at byggja fleiri hús, so ætlar landsstýrið eisini, at broyta markið fyri, nær talan er um vinnuliga útleigan. Hetta skal vera við til at eggja teimum, ið eiga fleiri hús, at leiga út í longri tíðarskeið. 

Harumframt verður markið fyri skattafríari, privatari langtíðarleigu hækkað.

Áðrenn 1. januar í ár var markið 24.000 krónur, men tá hækkaði tað markið til 50.000 krónur. Nú verður markið so hækkað til 150.000 krónur. 

Tað vil siga, at útleigarar tann 1. januar í næsta ár kunnu fáa ein skattafrádrátt á 150.000 krónur.

Soleiðis væntar landsstýrið at eggja privatari útleigan og sostatt skapa fleiri bústaðir. 

Tú kanst lesa meira um bústaðarpakkan á heimasíðuni hjá Almannaráðnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Mono 4. sending
184660
Mikudag 4. desember
Góðan morgun Føroyar
184631
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Týsdag 3. desember
Undansending: Føroyar - Danmark
184666
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550