- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljósmøðrafelagið: Øll undantøk verða tikin aftur
22.11.2018 - 17:33
Innlendis›Samfelag
Ljósmøðrafelagið: Øll undantøk verða tikin aftur
-Vit kunnu ikki taka ábyrgdina, tá mótparturin ikki vil gjalda okkum løn, sigur Annika Hoydal eftir úrslitaleysa semingsroynd
Ljósmøðrafelagið tekur avleiðingarnar beinanvegin, nú seinasta semingsroyndin við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum eisini endaði úrslitaleys.
-Øll undantøk verða tikin aftur frá leygardegnum klokkan 15, sigur Annika Hoydal, forkvinna í felagnum.
Sambært Anniku Hoydal eru tað "nakrir túsundkrónuseðlar", sum skilja partarnar.
Í dag eru 14 dagar síðani føðideildin á Landssjúkrahúsinum var rakt av verkfallinum.
Ljósmøðrafelagið vil ikki taka ábyrgd av støðuni á føðideildini, nú seinstu undantøkini verða tikin aftur.
Hoyr samrøðu við Anniku Hoydal við at trýsta á pílin undir myndini.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV