- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heðin lovar heildarloysn við tunnilsmunnar

7.oktober í 2016 gjørdu Hendrik Old og Heðin Mortensen eina avtalu um innkomuvegin til Tórshavn. Tá var Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn - nú er hann landsstýrismaður í samferðslumálum:
-Ein heildarloysn skal gerast fyri innkomuvegirnar báðumegin Eysturoyartunnilin, sigur Heðin Mortensen ídag, tvey ár eftir politisku semjuna.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019, sum er seinasta fíggjarlóg hjá sitandi samgongu, er ein millión krónur sett av til "Innkoyringarveg til Tórshavn, íbinding."
Heðin Mortensen vil tó hava eina heildarloysn, gjørd í samstarvi við Tórshavnar og Runavíkar Kommunu, kjølfesta í eini nýggjari verklagslóg, sum skal leggjast fyri løgtingið.
Í mars mánað var Heðin Mortensen við til at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at bjóða Fámjinstunnilin út saman við Hvalbiartunlinum. Nú er hann landsstýrismaður í eini samgongu, sum vil gera Dalstunnilin fyrst, áðrenn Fámjinstunnilin. Ta semjuna sigur Heðin Mortensen seg vilja halda.
Heðin Mortensen er 72 ára gamal. Hann hevur sitið í Tórshavnar Býráði síðani 1973 og var borgarstjóri frá 2004 til 2016. Hann varð fyrstu ferð valdur á løgting í 1998.
Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen við at trýsta á pílin undir myndini.
Sí eisini