Yvirlæknar traðka til

bannari
14.11.2018 - 16:35
InnlendisHeilsa
Yvirlæknar traðka til
Tað eru yvirlæknarnir í kvinnusjúkum, sum skulu loysa uppgávurnar hjá leiðandi ljósmóðurini, meðan verkfall er

Verkfallið hjá ljósmøðrunum varð hert klokkan 15.00 seinnapartin, tá leiðandi ljósmóðurin eisini fór í verkfall.

Síðani verkfallið hjá ljósmøðrunum byrjaði hósdagin, hevur leiðandi ljósmóðurin millum annað tikið sær av samskiftinum við Ljósmøðrafelagið um undantøk.

Nú eru tað yvirlæknarnir í kvinnusjúkum, sum skulu loysa uppgávurnar hjá leiðandi ljósmóðurini, meðan verkfallið er, og tí rakar verkfallið nú eisini onnur øki enn føðideildina, sigur Jóanis Erik Køtlum, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Fleiri av vanligu uppgávunum hjá yvirlæknunum í kvinnusjúkum verða útsettar - tó ikki bráðfeingis uppgávur, sigur sjúkrahússtjórin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946