- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki flag á Glasi

Í fjørsummar játtaði løgtingið sjey milliónir krónur til eina serliga flagtekju á skúladepilin í Marknagili í Havn. Talan er um eina serliga "sedum" flagtekju, ið er væl lættari enn vanligt flag.
Framvegis er eingin flagtekja løgd á - og Landsverk veit framvegis ikki, um tað yvirhøvur ber til at leggja hesa serligu flagtekju á bygningin.
-Ráðgevararnir hava framvegis ikki funnið eina tekniska loysn, sum er haldbar til føroyska veðurlagið, sigur Ewald Kjølbro.
Stjórin á Landsverki vísir á, at til ber ikki at leggja vanliga, føroyska flagtekju á bygningin, tí tað takið vil vera ov tungt í mun til konstruktiónina á bygninginum.
Men pengarnir fyri flagtekjuna, sjey milliónir krónur, eru brúktir. Teir eru farnir til at gjalda aðrar eykarokningar, sum stinga seg upp, nú arbeiðið hjá arbeiðstakarunum skal gerast upp.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Ewald Kjølbro greiða frá søguni um flagtekjuna.
Sí eisini