Av stórum týdningi at vit royna slík mál

bannari
01.11.2018 - 12:28
InnlendisSamfelag
Av stórum týdningi at vit royna slík mál
Reglurnar eru herdar, og leiðslan í EIK hevði helst verið dømd, um hetta hendi í dag. Tað sigur Lars Krull, løgfrøðingur

Fíggjarligt støðufesti fekk bert lutvíst viðhald í einum av seks viðurskiftum móti leiðsluni í danska EIK-banka, tá dómur fall í síðstu viku. Og tað, sum skuldi vera eitt endurgjald uppá fjórðingsmilliard, tódnaði við dóninum niður í 28 milliónir.

Men tað er av stórum týdningi, at slík mál verða roynd í rættinum.

Tað sigur Lars Krull, serfrøðingur í leiðslu- og handilsløgfrøði.

Verða málini roynd í rættinum, skilja vit betur hvat er hent og kunnu gera okkum tanker um, hvat vit vilja góðtaka. Og lógin er herd síðani 2010. Eitt nú ber til at meta eina banka leiðslu verða óegnaða ella ikki "fit and proper" til at reka fíggjarligt virksemi, sigur Lars Krull. 

Hann hevur fylgt málinum um danska EIK-banka, og hann heldur, at Eik-leiðslan hevði verið dømd, um núverandi reglur fyri fíggjarligt virksemi vóru galdandi, tá danski Eik-banki varð stýrdur um koll í 2010.

Tú kanst lurta eftir samrøðuni við Lars Krull við at trýsta á myndina omanfyri.

Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti sigur, at tey umhugsa, um tey skulu royna at kæra dómin til Hægstarætt, og harumframt viðgera tey, um hesin dómurin fær avleiðingar fyri rættarmálið móti føroyska Eik Banka og øðrum málum um ábyrgd, sum tey hava ætlanir um.

Evstamark at taka støðu til, um dómurin skal kærast er 23. november.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805