- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskt forsetatoymi í UNR

UNR-ráðstevna hevur verið í Oslo um vikuskiftið, og tá varð Barbara Gaardlykke Apol frá ungmannafelagnum Sosialistiskum ung vald nýggjur forseti. Tað er hon í eitt ár.
Umframt tað varð Anna Falkenberg frá Ungmannafelagnum Samband vald til varaforseta.
Tað var ein fegin Barbara, sum prátaði við Rolant Waag Dam í tíðindunum á middegi. Barbara greiddi frá, at nýggja føroyska forsetatoymið eisini hevur við sær, at Føroyar fáa eina rødd í formansskapinum í Norðurlandaráðnum.
Forsetin í UNR hevur ein fastan sess í formansskapinum, og sostatt hevur formaðurin beinleiðis ávirkan á formansskapin, greiddi Barbara Gaardlykke Apol.
Hoyr samrøðu við nýggja forsetan omanfyri.
UNR er eitt ráðgevandi ráð hjá Norðurlandaráðnum ,og hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at UNR hevur føroyskan forseta.
