- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara nú at samráðast um avloysaraskipið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/trikilja.png?itok=IO5QpRd0)
Strandferðslan fer nú at samráðast við norsku skipasmiðjuna, sum skal smíða nýggja avloysaraskipið.
Løgtingið samtykti fríggjadagin lógina um avloysaraskipið og uppskotið um 16 milliónir krónur í eykajáttan til Strandferðsluna.
Skipið verður mett at kosta tilsamans 34 milliónir, og tað verður eftir ætlan liðugt um eitt ár. Hinar 18 milliónirnar verða játtaðar í 2019.
Skipið skal m.a. verða tøkt á Fugloyarleiðini, um neyðugt verður at taka Rituna úr siglingini, men fugloyingar halda ikki, at tríkiljan er egnað til ta farleiðina.
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at skipakøn fólk á Strandferðsluni hava roynt slíkar tríkiljur í Noregi, og tær roynast sera væl.
Strandferðslan ætlar eisini at kunna meiri um nýggja avloysaraskipið, sigur hann.
Sí eisini