- Tíðindi, mentan og ítróttur
Matvørudeildin: Bakkafrost brotið smittureglurnar
Bakkafrost breyt reglurnar um at verja ímóti smittu, tá fólk hjá felagnum ruddaðu á alibrúkinum útfyri Kolbeinagjógv, eftir at 750.000 smáir laksar í brúkinum doyðu. Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í dag.
- Og tað er ikki nøktandi, tí alivinnan er nú so stór, at slíkar hendingar kunnu koma fyri aftur, sigur virkandi deildarleiðarin á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Brynjulf Melhuus.
Starvsstovan hevði tveir djóralæknar á alibrúkinum í gjár, har teir tóku royndir og eygleiddu arbeiðið, sum sambært teimum ikki var eftir forskriftunum.
Fólk á Starvsstovuni umrøddu hendingina seinnapartin í dag, sigur Brynjulf Melhuus, deildarleiðari.
Her kanst tú hoyra: - Støðan var serlig, sigur stjórin á Bakkafrosti
Sí eisini