- Tíðindi, mentan og ítróttur
8 av 10 kommunulæknastørvum ikki sett
Enn eru átta av teimum tíggju kommunulæknastørvunum, sum vórðu lýst leys at søkja í juni, ikki sett.
Tríggjar umsóknir komu inn til størvini, og Heilsutrygd hevur sett tvey av størvunum, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.
Fleiri túsund hava ongan fastan lækna
Tað eru 1.090 fólk í Havn, sum enn ikki hava nakran lækna og ikki eru knýtt at nakrari viðtalu yvirhøvur. 13.176 hava ikki fastan kommunulækna, men eru tilknýtt avloysarum. Tey búgva í Suðuroy, Fuglafjarðar læknadømi, Skálafjarðar læknadømi og Suðurstreymoyar læknadømi.
Í juni søkti Heilsutrygd eftir 10 kommunulæknum. Trý søktu. Tvey av teimum størvunum eru nú sett, og Heilsutrygd viðger í løtuni triðju umsóknina.
Tað merkir, at í løtuni hava 37.153 fólk egnan lækna, og 1. oktober hava umleið 1.500 afturat egnan lækni, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd. Tá tekur Amalia Danielsen yvir viðtaluna hjá Freddie Poulsen í Berjabrekku.
Mangla kommunulæknar allastaðni
33 viðtalur eru í Føroyum, og frá 1. oktober eru 25 læknar settir.
Tað mangla trýggir kommunulæknar í Havn, tveir í Suðuroy, tveir í Skálafjarðar læknadømi og ein í Gøtudali í Fuglafjarðar læknadømi.
Fyri at nøkta tørvin mugu tvær viðtalur upprættast afturat. Onnur viðtalan skal upprættast í Havn og onnur í Norðoyggjum
Tað er óvist, nær tað verður, sigur Egil á Bø.
Tey, sum ongan lækna hava mugu ringja til onkran annan lækna og vóna at sleppa framat har, men tað er upp til læknan, um viðkomandi sleppur framat, sigur Egil á Bø.
Nýggju viðtalurnar verða mannaðar við avloysarum.
Sí eisini