- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kostnaðarmiklar vindmylluætlanir
Oljufelagið Effo hevur keypt helvtina av felagnum Vindrøkt, og hetta gevur Vindrøkt møguleika fyri at gera stórar íløgur í nakrar ítøkiligar verkætlanir. Samstundis sleppur oljufelagið Effo inn á grøna orkumarknaðin.
Tað søgdu Janus Thomsen, stjóri í føroyska oljufelagnum Effo, og Jóhann í Niðrustovu, tá feløgini boðaðu frá, at Effo hevur keypt helvtina av Vindrøkt, og hækka partapeningin við 2,2 milliónum.
Hitt oljufelagið, sum selur olju í Føroyum, Magn, keypti fyrr í vár meirilutan í p/f Demich, sum eisini bjóðar grønar orkuloysnir á føroyska marknaðinum.
Stórar ætlanir
Vindrøkt og Effo hava fleiri stórar og kostnaðarmiklar verkætlanir við vindmylluútbyggingum liggjandi á borðinum. Eitt er ein vindmyllulund á Gellingarkletti, sum liggur nakað omanfyri verandi vinmyllulund hjá SEV í Húsarhaga. Vindmyllulundi er mett at kosta 150-170 milliónir. Hin ætlanin er ein vindmyllulund í Junkarahaga millum Kvívík og Vestmanna, mett at kosta 170-200 milliónir. Í báðum hagum hevur Vindrøkt gjørt brúksavtalu við festarar og eigarar av hagunum um at nýta haganar til vindmyllulundir.
Somuleiðis hevur Røkt í nógv ár havt ætlanir um at gera eina sonevnda pump-storageskipan omanfyri Vestmanna, í økinum Heygadali/Mýrarnar fyri samanlagt 1,2 milliardir.
Vindrøkt hevur við avtaluni við Effo tryggjað sær nóg mikið av eginpeningi til at kunna fara undir at søkja um fígging til fyrstu stóru verkætlanina á Gellingarkletti, sigur Jóhan í Niðrustovu.
Loyvini vanta
Vindmyllulundir skulu bjóðast út, og tí hevur Vindrøkt framvegis ikki fingið loyvini til vindmyllulundirnar á Gellingarkletti og í Junkarahaga.
Røkt fekk í 2010 eitt treytað loyvi um eina pump-storageskipan oman fyri Vestmanna, men treytin var, at tørvurin á orkugoymslum í framtíðar elskipanini fyrst skuldi lýsast. Men hendan kanningin er um at verða liðug og verður væntandi løgd fram í næstum, sigur Jóhan í Niðrustovu.
SEV hevur tó eisini virksemi í økinum omanfyri Vestmanna og ætlanir um eina pump-storage skipan. Tí kann úrslitið av tí orkukanningini hava stóran týdning fyri bæði SEV, Vindrøkt og onnur feløg, sum eru áhugað í at sleppa at framleiða grøna orku.
Sí eisini