Hanus Samró: Taki ikki synd í mær sjálvum

13.08.2018 - 16:01
Lívsstílur
Hanus Samró: Taki ikki synd í mær sjálvum
- Øll hava okkurt at stríðast við, og eg havi so fingið hetta - og soleiðis er tað bara, sigur Hanus Samró, ið hevur sjúkuna vøddasvinn

Hann er vanur við at vera sín egni stjóri og bestemma, men tá tað snýr seg um kropsligu støðuna, hevur Hanus Samró ongan avgerðarætt. Í 10 ár hevur Hanus Samró stríðst við náðileysu sjúkuna "vøddasvinn", ið ger at musklarnir vikna. Nú hevur sjúkan gjørt so nógv um seg, at Hanus Samró er noyddur at sita meiri í koyristóli. 

- Eg kann akkurát tað sama síggja støðuna, sum hon er. Eg eri bangin um at detta, beinini orka ikki altíð so væl - og tí gongur hetta út yvir míni nærmastu. Tað er idiotið. Veruligt dirvi er at viðurkenna støðuna og laga seg eftir veruleikanum.

30 ára gamli Hanus Samró hevur ikki hildið seg aftur at verið virkin, hóast kropsliga støðan ikki altíð hevur verið so góð. Hann hevur sitið í Løgtinginum fyri Fólkaflokkin, givið seks bøkur út og so rekur hann eisini fyritøkuna Ó. Harafturat er hann í holt við at byggja nýggja fyritøku upp, ið eitur fishfacts, ið er ein databasi við yvirliti yvir allari fiskivinnuni í Evropa. 

Síggj samrøðu við Hanus Samró í sendingini 25 minuttir her

Íverksetan og tað at stríðast er onkursvegna komin inn við móðurmjólkini hjá Hanusi Samró. Foreldrini eru sjálvstøðug vinnurekandi, síðani hava omma og abbi Hanus brúkt ein stóran part av lívinum at stríðast fyri teimum, ið hava menningartarn. 

- Eg havi eina fastir, ið hevur menningartarn. Hon fær einki gjørt ella sagt. Tá eg hugsi um hennara støðu í mun til mína, so havi eg nógv at vera takksamur fyri. Onkursvegna gerist eg góður við lívið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962