Stuðul til kunningarstovur strikaður

06.08.2018 - 11:22
InnlendisVinna
Stuðul til kunningarstovur strikaður
Tað er spell, at stuðulin til kunningarstovurnar verður strikaður, tí kunningarstovurnar eru bæði týðandi og virknar, sigur borgarstjórin í Sørvági

Sum nú er, verða 1,5 milliónir krónur latnar til kommunurnar at geva kunningarstovunum. Men frá 1. januar 2019 verður eingin stuðul latin. 

Tá kunnu kommunurnar søkja um pening úr eini pulju á tvær milliónir krónur tilsamans, sum er ætlað vinnuligum og kommunalum ætlanum hjá kommununum. 

Aimé Jacobsen, sum er borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sigur, at tað er ein trupulleiki, at kunningarstovurnar missa tann stuðulin. 

Tó vísir borgarstjórin á, at tað er ein fyrimunur, at stuðul verður latin kommununum, soleiðis at tær kunnu menna karmarnar kring vaksandi ferðavinnuna í Føroyum.

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, fegnast um nýggju skipanina, tí hon leggur upp til, at landið og kommunurnar loysa uppgávurnar í felag. 

Men Sunda kommuna hevur niðurraðfest sína kunningarstovu og hevur í dag bert eina heimasíðu. Harafturímóti er kunningarstovan í Sørvági sera virkin, sigur Aimé Jacobsen. 

Og tí er vansin, at kunningarstovuvirksemið í Sørvági og kring alt landið fer at minka munandi, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109