- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera einki við dálkingina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/capture_14.png?itok=hzq3kia2)
Sunda kommuna hevur nú staðfest, at áin og áarbakkin í Hvalvík eru dálkað av olju, men tað er óvuliga lítið sum liggur eftir og tí er ikki nógv, sum kommunan fær gjørt við tað nú.
Tað sigur Súni Christiansen, tekniskur leiðari í Sunda kommunu. Talan er um dálking, ið er komin av sjónum og er farið niðan í ánna. Tað vísa kanningar, ið tilbúgvingin í Sunda kommunu hevur gjørt.
Staðfestast kann tó ikki júst hvar oljan kemur frá og hvussu nógv olja talan er um. Tað mesta av oljuni er dampað burtur og nú er nøgdin somikið lítil, at einki meira verður gjørt við oljuna, sum dampar burtur av sær sjálvum.
Súni Christiansen sigur, at hevði kommunan fingið fráboðan um dálkingina fyrr, so kundi meir verið gjørt við hana og kanska fyribyrgt henni.
Sí eisini