- Tíðindi, mentan og ítróttur
Høvdavirkið 20 milliónir í halli

Høvdavirkið í Leirvík hevði 20 milliónir krónur í halli í fjør. Fyritøkan hevur framvegis ikki fingið pengarnar fyri vøru, ið varð seld til Nigeria, tá ógvuslig búskaparkreppa herjaði landið afturi í 2015. Í nýggjasta roknskapinum eru 14,5 milliónir krónur avskrivaðar fyri vøru, ið tá varð send til Nigeria, men har pengarnir ongantíð komu vegin fram.
-Støðan í Nigeria hevur ávirkað okkum sera nógv, sigur stjórin Eirikur á Húsamørk, sum tó hómar glottar fyri virkið:
Hann vísir á, at hækkandi oljuprísir og meira støðug viðurskifti í Nigeria gera, at tey, sum plagdu at keypa vørurnar hjá Høvdavirkinum, so smátt eru við at fóta sær aftur:
Eirikur á Húsamørk dylir ikki fyri, at kreppan í Nigeria hevur gingið hart útyvir Høvdavirkið. Alt virksemið steðgaði upp, fólk mistu arbeiði, neyðugt var at niðurfrysta og umleggja lán, eins og nýggjur íleggjari er komin inn í Høvdavirkið.
Eisini hevur Eirikur á Húsamørk roynt at finna nýggjar marknaðir, eitt nú er virkið farið at framleiða hundafóður til týska og bretska marknaðin.
Í nøgd er hundamaturin tó bara ein viðfáningur í mun til risastóra, nigerianska marknaðin, ið framhaldandi er avgerandi fyri Høvdavirkið.
Okkurt um 40 fólk arbeiða í dag á Høvdavirkinum. Tá framleiðslan var hin mesta, vóru tey útvið 70.
Hoyr samrøðu við Eirik á Húsamørk við at trýsta á pílin undir myndini.
Sí eisini