- Tíðindi, mentan og ítróttur
Johnny í Grótinum farin frá sum kringvarpsstjóri
15.06.2018 - 08:39
Innlendis›Samfelag
Johnny í Grótinum farin frá sum kringvarpsstjóri
Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpi Føroya, og Kringvarpsstýrið hava gjørt avtalu um, at hann fer úr starvinum sum kringvarpsstjóri.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/johnny_2.jpg?itok=nPpP_dJg)
Báðir partar eru samdir um, at tað er frægast fyri stovnin, at samstarvið partanna millum endar nú.
Rúni Heinesen, formaður í Kringvarpsstýrinum, vil einki siga um fráfaringaravtaluna, - Tað er millum okkum og Johnny í Grótinum, sigur Rúni Heinesen.
Til nýggjur stjóri er settur, hevur Kringvarpsstýrið heitt á Kára Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, um at røkja stjórastarvið.
Kári Sólstein var gestur í tíðindunum í morgun, hoyr samrøðu við fyrisbils kringvarpsstjóran omanfyri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV