Johnny í Grótinum farin frá sum kringvarpsstjóri

15.06.2018 - 08:39
InnlendisSamfelag
Johnny í Grótinum farin frá sum kringvarpsstjóri
Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpi Føroya, og Kringvarpsstýrið hava gjørt avtalu um, at hann fer úr starvinum sum kringvarpsstjóri.

Báðir partar eru samdir um, at tað er frægast fyri stovnin, at samstarvið partanna millum endar nú. 

Rúni Heinesen, formaður í Kringvarpsstýrinum, vil einki siga um fráfaringaravtaluna, - Tað er millum okkum og Johnny í Grótinum, sigur Rúni Heinesen.

Til nýggjur stjóri er settur, hevur Kringvarpsstýrið heitt á Kára Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, um at røkja stjórastarvið. 

Kári Sólstein var gestur í tíðindunum í morgun, hoyr samrøðu við fyrisbils kringvarpsstjóran omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109